Súlukongur (frøðiheiti - Thalassarche melanophris) eru fuglar, sum liva í sunnara helmingi av verðini. Tað eru fleiri sløg, og øll eru tey avbara stór. Veingirnir eru longri enn á nøkrum øðrum fugli, flogið kann vera meir enn 4 metrar. Teir eru hvítir við svørtum veingjum. Í 1860 var ein vilstur til Føroyar og tók sær setur millum súlurnar á Mykineshólmi. Mykinesmenn góvu honum navnið súlukongur. Hann fylgdist við súlunum, tá ið tær fóru um heystið, og kom aftur við teimum á hvørjum vári í 34 ár. Tá ein dagin, sum hann sat í berginum, kom ein utróðrarbátur framvið og skeyt hann á setri sínum. Nøkur ár seinni varð ein annar skotin á Føroyabanka.[1]

Súlukongur

Støða
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Procellariiformes
Ætt: Diomedeidae
Slekt: Thalassarche
Slag: Th. melanophris
Synonyms

Diomedea melanophris

Thalassarche melanophris

Seinasti Súlokongur, ið er sæddur her á landi bleiv sæddur á sumri í 2019. Hann bleiv eisini sæddur í Mykinesi av brøðrunum Harry og Magnus Matras

Kelda rætta

  1. Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið