Reyði Krossur er altjóða felagsskapur, ið rekur hjálpararbeiði í friðartíð og krígstíð. Reyði Krossur er heimsins størsti hjálparfelagsskapur, ið var settur á stovn, at verja mannalív og heilsu, at tryggja virðing fyri øllum menniskjum og at fyribyrgja og linna um menniskja líðing. Í islamskum londum eitur felagsskapurin Reyði Hálvmáni. Henri Dunant stovnaði henda felagsskap at hjálpa løstaðum hermonnum í kríggi. Í seinnu helvt í 19. øld komu nógvir Reyðakrossfelagsskapir í ymsu londunum. 16. apríl í 1926 var Reyðikrossur í Føroyum settur á stovn sum amtsdeild undir Dansk Røde Kors (1876), og 31. oktober í 1992 varð navnið broytt til Føroya Reyðikrossur. Felagsins standur er nú sjálvstøðugt felag undir Dansk Røde Kors. Reyðikrossur rekur menningarhjálp og vanlukkuhjálp og arbeiðir fyri mannarættindum.

Reyði Krossur Føroya rætta

Reyði Krossur hevur virka í Føroyum í 83 ár, og er mangt manngott arbeiði gjørt øll hesi árini. Bjargingarringar hava verið settir upp kring landið, brúkt klæðir vera savnaði inn og latin teimum, ið hava tørv á tí, endurnýtslu handlar eru, nógv skeið í fyrstuhjálp vera hildin, samarittarnir hjálpa til á tiltøkum, vitjunartænastan tryggjar góða samveru til tey, ið eru einsamøll og mangt annað verður gjørt hvønn dag her á landið. Eisini hevur Reyði Krossur Føroya lati stuðul til útheimin, bæði til menningarhjálp, eitt nú tá jarðskjálvtin rakti Haiti í 2010 og tá hungursneyðin rakti Eysturafrika í 2011. Og til menningarstuðul, sum til dømis heilsuprosjektið í Kambodja, har fleiri bygdir í norður eystur Kambodja fingu stuðul, at byggja vatnbrunnar og at fáa frálæru í reinføri.

Slóðir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið