Rastafarilæran tók seg upp ímillum tey fátæku í Kingston í Jamaika í 1930-árunum. Tey, ið taka undir við hesari læru, halda, at Haile Selassie (1892-1975), sum var keisari í Etiopia, var ein gudur. Tey trúgva eisini, at Gud (Jah) skal føra tey aftur til Etiopia, hitt lovaða landið. Ras Tafari (Haile Selassie) ráddi í Etiopia tey árini, óteljandi afrikonsk fólkasløg vórðu kúgað um allan heim. Hjá mongum menniskjum í Karibia gjørdist hann ímynd um betri kor. Tey blandaðu saman frásøgur úr Bíbliuni og ynski og dreymar sínar og hildu, at svarta ættarslagið var útvalt fólk, ið hevði tolt nógv, men at Haile Selassie nú skuldi bjarga teimum og føra tey heim aftur til eitt betri lív í Afrika. Tey nevndu seg rastafarianar, eftir honum. Síðan í 1970-árunum er reggaetónleikurin, sprottin úr rastafarilæruni, farin um allan heim. Rastafarianar eta vanliga ikki svínakjøt, eru ímóti harðskapi og ganga við síðum flættum. Klæði teirra eru mest grøn, gul og reyð, ið eru litirnir í tjóðarmerki Etiopia.

Sí eisini rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið