Radix peregra (frøðiheiti - Radix peregra (áður: Lymnaea peregra ella Lymnaea pereger), føroyskt navn væntar, danskt almindelig mosesnegl ), er ein vatnakúvingur.

Radix peregra

Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Mollusca
Flokkur: Gastropoda
Undirflokkur: Heterobranchia
Yvirhópur: Hygrophila
Hópur: Pulmonata
Undirhópur: Basommatophora
Ætt: Lymnaeidae
Slekt: Radix
Slag: Radix peregra

Radix peregra er vanligasti vatnakúvingur í Føroyum og finst í nærum øllum slagi av vátlendi. Í mun til iglasnigilin Galba truncatula, ið bert finst niðanfyri 100 m. hædd, so er Radix peregra funnin heilt upp í 500 metra hædd. Radix peregra er nógv fongdur við ormveruni av eini iktu Trematoda, sum í vaksnum líki livir sum sníkur í fugli (Lützen & Bovien, 1934).[1]

Kúvingurin er broytiligur, fullvaksin er hæddin á honum vanliga uml. 18-20 mm, breiddin uml. 12-13 mm og hevur hann 5 snúningar.

Myndir rætta

Keldur rætta

  1. R. Spärck og S. L. Tuxen, The Zoology of the Faroes, 1928-71