Rúnir byggja lutvíst á gamla germanska tradisjón við at høgga tekin, myndir og stavir í klettin, men eisini á bókstavarøð tey gomlu hava møtt í sambandinum við fólkasløg í Suðurevropa.

Rúnir
Rúna steinur í Svøríki.

Orðið rúnir merkir loynidómur. Rúnirnar eru bókstavir, sum vórðu høgdir oftast í stein. Seinni uppi í miðøldini verða rúnirnar eisini høgdar í træ. Vit hoyra í Føroyingasøgu um Trónd í Gøtu, at hann var ein sera vitugur maður, sum eisini varð lagdur undir at duga gand. Tey, sum dugdu at lesa tá í tíðini, vórðu ofta roknaði sum køn í gandi. Í kvæðinum um Leiv Øssurson, tá Tróndur fer til Suðuroyar at finna Torgrím, verður sagt, at hann hevði rúnarkelvi við sær. Eitt kelvi er eitt runt træpetti.

Eldra rúnastavraðið rætta

Eldra rúnastavraðið
rún ljóð navn rún ljóð navn rún ljóð navn
f *fehu „fæ“ h *hagla „hagl“ t *Tīwaz „Týr“
u *ūruz „ursur, uroksi“ n *naudiz „neyð“ b *berkana / *berkō „bjørk, børkur“
þ *þurisaz „tussi, risi, jøtun“ i *īsaz „ísur“ e *ehwaz „hestur“
a *ansuz „æsir, gudar“ j *jēra „ár“ m *mannaz „maður“
r *raidō „reið, ferð“ ï *īwaz „Ýviður, taks“ l *laukaz „leykur“ / *laguz „vatn (løgur)“
k *kaunan „koyna = blæma, vágpirra“ p *perþō „gleði, látur“ ŋ *Ingwaz „(Yngvi-Freyr), Froyur“
g *gebō „gáva“ z *algiz „elgur“ d *dagaz „dagur“
w *wunjō „njóta“ s *sōwulō „sól“ o *ōþala „óðal“

Eldra rúnastavraðið varð nýtt til at skriva frumnorrønt, ein tann kendasti teksturin er á gullhornunum úr Danmark:

  • Rúnir:
    ᛖᚲᚺᛚᛖᚹᚨᚷᚨᛊᛏᛁᛉ : ᚺᛟᛚᛏᛁᛃᚨᛉ : ᚺᛟᚱᚾᚨ : ᛏᚨᚹᛁᛞᛟ
  • Transliteratión, umstaving:
    Ek Hlewagastiz : Holtijaz : horna : tawido
  • Umseting:
    "Eg Lægestur, sonur Holt (frá Holti?), gjørdi hornið"

Yngra rúnastavraðið rætta

Yngra rúnastavraðið. Ovara rað vanligar ella danskar rúnir, niðara rað stuttrúnir ella norsk-svenskar rúnir.

Yngra rúnastavraðið ella futharkið, varð nýtt til norrønt, ella fornnorrønt, ið varð talað í Norðurlondum frá uml. 7du til 13du øld (Skandinavia) og til 15du øld (Íslandi).

Rúnakelvið á Eiði
Besta dømið um yngra futharkið í Føroyum, er eitt rúnakelvi ið varð funnið á Eiði í 1976, dagfest til uml. "víkingatíð". Trettan stavir eru varðveittir á kelvinum, meðan aftasti parturin er brotin av. Stavirnir eru stuttrúnirnir:

  • Rúnir:
    ᚠ ᚢ ᚦ ᚭ ᚱ ᚴ ᚽ ᚿ ᛁ ᛆ ᛌ ᛐ ᚮ
  • Svarandi til:
    f - u/v - th - ą - r - k/g - h - n - i - a - s - t/d - b/p
  • Ætlandi hava hesir stavirnir eisini verið á kelvinum:
    ᛘ ᛚ
  • Svarandi til:
    m - l

Stavraðið á Eiði samsvarar við stavraðið ið, sambært Arild Hauge, varð nýtt í Noregi uml. ár 900-1050
[1]

Keldur rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. https://arild-hauge.com/nruner.htm