Rúni Nolsøe (f. 21. mai 1971 í Vági) er fyrrverandi føroyskur fótbóltsspælari, landsliðsleikari. Síðan Rúni gavst at spæla fótbólt á høgum støði hevur hann verið venjari. Í november 2012 gjørdist hann venjari hjá besta mansliðnum hjá EB/Streymi, áðrenn tað var hann eitt skifti hjálparvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum. Rúni spældi fótbólt við VB frá barnaárum og til 1992, síðan spældi hann við HB til 2005.

Lívsleið innan fótbólt rætta

Metspælari hjá HB rætta

Rúni er metspælari hjá Havnar Bóltfelag, hann hevur spælt 344 dystir og skorað 56 mál fyri besta mansliðið hjá HB. Rúni spældi við HB 1993-2005. Rúni var liðskipari á besta liðnum hjá HB frá 1998.

A-landsdystir fyri Føroyar rætta

Rúni Nolsøe hevur spælt 3 A-landsdystir fyri Føroyar (1993-97).[1]

Ársins leikari, ársins miðvallaleikari og ársins lið rætta

Í 2000 varð Rúni Nolsøe kosin Ársins leikari og ársins miðvallaleikari. Í 2003 varð Rúni ein av leikarunum sum var á holdinum "Árisins lið" hjá Dimmalætting.[1]

Venjari rætta

Rúni Nolsøe gavst at spæla fótbólt á høgum støði í 2005. Síðan tá hevur hann verið venjari. Rúni hevur fleiri góð úrslit sum venjari, í 2006 var hann venjari hjá AB, og tað árið flutti AB upp í bestu deildina, tað var fyrstu ferð nakrantíð at AB flutti upp í bestu deildina. Árið eftir, í 2007, var Rúni venjari hjá B68, og aftur hesuferð eydnaðist tað honum og liðnum at flyta upp í bestu deildina.[2] Rúni var høvuðsvenjari hjá HB í 2008, talan var um tvey ára sáttmála, men eftir einum ári slitnaði samstarvið. Í 2009 var Rúni venjari hjá næstbesta liðnum og ungdómsliðnum hjá 07 Vestur.[2]. Rúni Nolsøe fekk B1 vejaraútbúgving í 2006. UEFA A-lisens frá FSF 2009. Tann 20. november 2012 varð hann kunngjørdur venjari hjá EB/Streymi, hann skrivaði ein 2 ára sáttmála við liðið[3]

Keldur rætta

  1. ”Ársins leikari o.a.” b68.fo
  2. ”Rúni Nolsøe aftur á slóðina”. hb.fo (24. oktober 2007)
  3. “Rúni Nolsøe skal venja EB/Streym”[deyð leinkja]. eb-streymur.fo (20. november 2012).

Slóðir úteftir rætta