Rógving er tá ein ella fleiri persónar sita í einum árabáti og rógva við árum. Árarnar eru festar í bátin, ofta við bandi. Talan kann vera um ymisk sløg av bátum, í føroyum er mest vanligi árabáturinin føroyski træbáturin, sum verður nógv brúktur til kappróður. Fyrr í tíðini vóru hesir árabátar vanligir til útróður, teir vóru eitt neyðugt amboð til tess at skaffa føði. Føroyingar hava klárað seg væl í ymiskum sløgum av rógving, t.d. hevur Livar Nysted sett heimsmet, tá hann saman við trimum øðrum róði frá New York til Scilly Oyggjarnar á 43 dagar, 21 tímar og 26 minuttir hin 31. juli 2010. Sverri Sandberg Nielsen gjørdist heimsmeistari í inniróðri fyri ung í februar 2011. Katrin Olsen luttók fyri Danmark á OL 2008 saman við Juliane Elander, tær róu í dupultum lættvekts skullara og endaðu á 7. plássi. Kappróður er tjóðaríttróttur føroyinga.

Smyril, 6-mannafar úr Vági.
Katrin Olsen

Keldur rætta