Poul Holmskov Schlüter (føddur 3. apríl 1929 í Tønder, deyður 27. mai 2021 á Frederiksberg í Keypmannahavn) var danskur politikari (KF). Hann var forsætisráðharri i Danmark í tíðarskeiðnum frá 1982 til 1993. Eftirmaður hansara sum forsætisráðharri var Poul Nyrup Rasmussen.[1]

Poul Schlüter

Schlüter var útbúgvin løgfrøðingur. Hann byrjaði sína yrkisleið sum politikari fyrst í 1950-árunum, tá hann gjørdist formaður fyri Konservativ Ungdom. Hann var limur í danska Fólkatinginum frá 1964 til 1994 og leiðari av Konservativa fólkaflokkinum í tveimum skeiðum, 1974-1977 og 1981-1993. Afturat hesum var hann limur í Evroparáðnum 1971–1974 og í ES-parlamentinum 1994–1999.[2]

Hygg eisini at rætta

Ávísingar úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur rætta

  1. Poul Schlüter, snl.no, 26. juli 2020
  2. Poul Schlüter, europa.eu