Flagg Skjaldarmerki
Grunddáta
Land: Italia Italia
Landslutur: Emilia-Romagna
Vídd: 118,24 km2
Íbúgvar (2014): 102 385
Íbúgvar fyri km²:
Borgarstjóri: Paolo Dosi[1]
Heimasíða: www.comune.piacenza.it

Piacenza (emilianeisiskt mál: Piasëinsa) er ein býur og kommuna í regiónini Emilia-Romagna í Norðuritaliu, og er høvuðsstaður í landslutinum Piacenza. Býurin liggur 80 kilometrar í ein landsynning av Milano. Tann 30. april 2014 búðu 102 385 fólk har.

Piacenza liggur á háslættanum við ánna Po ánna hevur mark til kommunurnar Calendasco, Caorso, Caselle Landi, Corno Giovine, Gossolengo, Gragnano Trebbiense, Podenzano, Pontenure, Rottofreno, San Rocco al Porto og Santo Stefano Lodigiano.

Søga rætta

Býurin Piacenza varð stovnaður í 218 f.Kr. sum eitt rómverskt hjáland, Colonia Placentia, og gjørdist eitt týðandi knútapunkt í tí rómversku vegaskipanini á Poslættuni. Býurin gjørdist partur av ríkinum hjá langobarnenum og frankunum og bleiv stýrdur av biskupum frá 997. Í 1100-talinum gjørdist Piacenza sjálvstøðug tjóð og blómaði í 1200-talinum orsakað av einum ríkum handilslívi. Piacenza hoyrdi til lombardiska statsforbundið og kom í 1512 undir húsið Visconti, sama ár vann pávin Julius II valdið á býnum, sum tíðarskeiðini 1545-1808 og 1814-1860 var partur av hertugadøminum Parma og Piacenza.[2]

Vinarbýir rætta

Myndir rætta

Keldur rætta

  1. "Il ballottaggio minuto per minuto. I commenti, le immagini, le voci". http://www.piacenza24.eu/Politica/41114-Paolo+Dosi+%E8+il+nuovo+sindacoAstensionismo+record%3A+-17%25+-+VIDEO.html. Heintað 2015-01-22. 
  2. Nationalencyklopedin
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið