Katolikkar trúgva, at høvur kirkjunnar, pávin, er umboðsmaður Guds á jørð. Í trúarmálum er hann hægsti myndugleiki. Ein útsøgn frá pávanum, tá ið hann úttalar seg ex cathedra (latín: "úr læristólinum") um trúgv og siðalæru, er lýtaleys. Pávin býr í Vatikanríkinum, sum er elalítið sjálvstøðugt ríki í Róm.

Katolikkarnir síggja pávan sum eftirfylgara Pætus apostul. Jesus segði við Pætur: "Men eg sigi tær eisini: Tú ert Pætur (tað merkir: ein klettur), og á hesum kletti vil eg grunda kirkju mína, og helheims portur skulu ikki fáa vald á henni." (Matt 16,18). Hetta nýta katolikkarnir sum próvførðslu fyri sínum sýni. Líkasum Pætur var kletturin, soleiðis er eftirfylgari Pæturs nú kletturin.

Sjálv pávalæran sær út til at hava verið mennað upp ígjøgnum fornkirkjutíðina. Mann roknar við Pæturi sum fyrsti biskuppi í Róm. Síðani koma hinir bisparnir.