Páll Nolsøe (føddur 1976)

Páll Nolsøe (føddur 26. oktober 1976 í Keypmannahavn, uppvaksin í Havn) er ein føroyskur rithøvundur. Hann er málsligur studentur úr Hoydølum frá 1996 og er útbúgvin cand.comm. í søgu og samskifti frá RUC í 2006 og arbeiðir í landsfyrisitingini í Havn.

Í 2011 fekk hann starvsløn í 3 mánaðir úr Mentanargrunni Landsins. Í november 2013 gav Sprotin út hansara fyrstu skaldsøgu, sum var ein krimiskaldsøga við heitinum Brot.[1]

Hann er sonur hagfrøðingin og politikaran Axel H. Nolsøe[2] og Lenu Nolsøe f. Jacobsen úr Klaksvík. Hann hevur tvær døtrar, føddar 2006 og 2008.[3]

Útgivið rætta

  • 1996 - Babba (stuttsøga), Birting.
  • 2007 - Eftir deyðan livir dygdin – søgan um Magnus Heinason (hoyrispæl), Kringvarp Føroya.
  • 2007 - Magnus Heinason – søgan um eitt justitsmorð? (grein), Brot úr Føroya Søgu, Fróðskapur og Landsskjalasavnið 2007.
  • 2013 - Brot, krimiskaldsøga, Sprotin, 466 síður

Keldur rætta

  1. "sprotin.fo - Brot (pappírsbók)". http://sprotin.fo/?p=products&_sp=product&_ProductFilterIds=1&_ProductId=399&l=fo. Heintað 2016-03-07. 
  2. ms.fo - Reseptión og bókadagar, 28. november 2013
  3. Rit.fo - Limir - yvirlit dagført november 2013