Skjøldur Kort
Skjøldur Staðseting av kommununi í fylkinum Staðseting av fylkinum í Noregi.
Grunddáta
Fylki: Hordaland
Vídd : 1 674 km²
Íbúgvar: 6 988 (2012)
Staðseting: {{{staðseting}}}
Heimasíða: [1]

Odda er ein kommuna og býur í Hordalandi í Noregi. Odda hevur mark í norði móti Ullensvang, í eystri móti Vinje, í suðri móti Suldal og Sauda, og í vestri móti Etne og Kvinnherad.

Býir og bygdir í Odda kommunu eru eitt nú Tyssedal, Røldal og Skare. Fyrisitingin hjá Odda kommunu er í býnum við sama navni. Í kommununi búgva 5092 fólk pr. 1. januar 2013. Býurin liggur innast í Sørfjorden í Hardanger.

Odda Smelteverk varð í 2009 sett á listan hjá UNESCO yvir heimsarvar, saman við Rjukan, Notodden og Tyssedal.

Politikkur rætta

Kommunustýrið hevur 27 umboð. Í tíðarskeiðnum 2011-2015 eru sjey flokkar umboðaðir:[1]

John Opdal (H) er borgarstjór og Elisabeth Wesenlund Hauge (Nye Odda) er varaborgarstjóri.

Keldur rætta

  1. Regjeringen: Kommunevalg 2011 Odda
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið