Norðurstreymoy er ikki ítøkiliga avmarkað eind, men verður vanliga fatað sum norðastu tveir triðingarnir av Streymoynni. Á eystursíðuni gongur markið millum Kollafjørð og Kaldbaksfjørð, soleiðis at allar bygdirnar við Kollafjørð hoyra til Norðurstreym. Á vestursíðuni gongur markið millum Skæling og Norðradal, soleiðis at Skælingur og bygdirnar norðanfyri verða roknaðar til Norðurstreym, meðan alt sunnanfyri verður roknað til Suðurstreymoy. Saksun og allar bygdirnar á eystursíðuni úr Hósvík til Tjørnuvíkar hoyra í dag til Sunda Kommunu. Bygdirnar við Kollafjørðin hoyra til Tórshavnar kommunu; Á vestursíðuni hoyra bygdirnar av Skælingi til Válin við Vestmanna til Kvívíkar kommunu. Vestmanna er egin kommuna.