Norðurlendska ráðharraráðið

Norðurlendska Ráðharraráðið
Verkamál Danskt

Norskt Svenskt

Høvuðssæti Keypmannahavn
Formaður Jan Vapaavuori
Aðalskrivari Halldór Ásgrímsson
Føroyskur samstarvsráðharri Jacob Vestergaard
Stovna 1971

Norðurlendska Ráðharraráðið er ein samstarvsbólkur hjá norðurlendsku stjórnunum. Grundarlagið fyri Norðurlendska ráðharraráðnum er skrivað í Helsingforssáttmálanum.

Norðurlendska ráðharraráðið í Trondheimi 28. juni 2012. Jacob Vestergaard og Johan Dahl umboðaðu Føroyar.

Norðurlendska Ráðharraráðið varð sett á stovn í 1971 og fevnir um tey fimm norðurlendsku londini Danmark, Finland, Ísland, Noreg og Svøríki, umframt landsstýrini í teimum trimum sjálvstýrandi økjunum Føroyar, Grønland og Áland.

Formansskapurin fyri ráðharraráðið varðir eitt ár og skift verður millum tey fimm norðurlendsku londini.

Sí eisini rætta

Slóðir rætta