Nokia er ein finsk fyritøka, sum m.a. framleiðir fartelefonir. Nokia framleiðir umleið ein triðing av øllum fartelefonum í heiminum og er harvið ein av heimsins størstu framleiðarum av fartelefonum. Nokia eitur eftir finska býnum við sama navni, har fyritøkan varð stovnað í 1869. Tá var Nokia ein pappírsverksmiðja. Í 1898 fór Nokia í holt við at framleiða úr gummi, eitt nú gummistivlar og bildekk. Í dag framleiða tey fyrst og fremst fartelefonir, sjónvarp, parabolir osfr., men Nokia bjóðar eisini internet tænastur sum t.d. applikatiónir, spøl og tónleik umvegis Ovi. Nokia hevur umleið 122.000 fólk í starvi í 120 londum. Nokia hevur havt ein stóran part av heimsmarknaðinum fyri fartelefonir frá 1998 til 2012, men síðan smartphones komu á marknaðin, hevur Nokia havt afturgongd. Í 2012 hevur Samsung yvirhálað Nokia, tá talan er um sølu av fartelefonum. Nokia varð í 2012 næststørsti framleiðarin av fartelefonum við 22,5% av heimsmarknaðinum í fyrsta kvartali av 2012.[1] Tað eru serliga Apple iPhone og Android smartphones frá Google, ið gera at Nokia ikki longur er mest selda merkið av fartelefonum.

Nokia logo'ið

Keldur rætta

  1. BBC.co.uk

Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið