Niagara-on-the-Lake er ein kanadiskur býur, ið liggur við Ontariovatn í landslutinum Ontario.

Niagara-on-the-Lake í 2009.

Býurin liggur á hálvoynni Niagara, beint við markið til USA, á staðnum, har Niagaraá rennur út í Ontariovatn. Í 2016 hevði Niagara-on-the-Lake umleið 17.500 íbúgvar.

Søga rætta

Býurin varð grundlagdur í 1781 undir navninum Butlersburg. Í 1792 fekk búsetingin nýggja navnið Newark, sum longu í 1798 varð broytt til Niagara. Hetta navnið varð víðkað til Niagara-on-the-Lake í 1880 fyri betur at kunna skilja frá býnum Niagara Falls, sum liggur sunnanfyri.

Myndir rætta

Ávísingar úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 43°15′19″N 79°04′18″W / 43.25528°N 79.07167°W / 43.25528; -79.07167

Keldur rætta