Natalie Maria Cole (fødd 6. februar 1950, deyð 31. desember 2015) var ein amerikonsk songkvinna, sangskrivari og sjónleikari. Natalie gjørdist kend sum R&B sangari mitt í 1970-árunum við hittum sum "This Will Be", "Inseparable", og "Our Love". Eftir hetta minkaði sølan og framførslurnar orskað av trupulleikum við rúsevnismisnýtslu, men í 1987 fekk hon sukse sum popp-tónlistakvinna við útgávuni Everlasting og við hennara cover-útgávu av sanginum "Pink Cadillac" hjá Bruce Springsteen. Í 1990-árunum upptók hon standard jazz eftir pápan, Nat King Cole, Unforgettable... with Love, ið gjørdist hennara størsta sukse og seldi yvir sjey milliónir eintøk, og hon vann fleiri Grammy Awards. Hon seldi yvir 30 milliónir tónleikaútgávur kring allan heimin.[1]

Natalie Cole
Cole í 2007
Bakgrundskunning
Føðinavn Natalie Maria Cole
Fødd/ur (1950-02-06)februar 6, 1950
Los Angeles, Kalifornia, USA
Andaðist 31. desember 2015(2015-12-31) (aldur 65)
Los Angeles, Kalifornia, USA
Sjangrur Soul, R&B, popp, soft rock, jazz, quiet storm, adult contemporary
Størv Sangari–sangskrivari, sjónleikari
Ljóðføri Songur, piano
Ár virkin 1956–2015
Plátufeløg Capitol (1975–81)
Epic (1982–84)
Modern (1984–86)
EMI-Manhattan (1986–90)
Elektra (1991–2001)
Verve (2001–07)
DMI / ATCO (2008–10)
Luttøka við øðrum Nat King Cole, The Independents
Heimasíða nataliecole.com

31. desember 2015 andaðist Natalie Cole 65 ára gomul á Cedars-Sinai Medical Center í Los Angeles, Kalifornia, orsakað av hjartabreki.

Barnaárini rætta

Natalie Cole varð fødd á Cedars of Lebanon Hospital í Los Angeles. Foreldur hennara vóru sangarin Nat King Cole og Duke Ellington Orchestra songkvinnan Maria Hawkins Ellington. Hon vaks upp í múgvandi økinum av Los Angeles Hancock Park.[2] Tá ið hon tosaði um sín barndóm, umrøddi hon familju sína sum "tann svarta Kennedy familjan" og upplivdi ein hóp av stórum sangarum frá jazz, soul og blues. Sum 6 ára gomul sang Natalie á jólaútgávuni hjá pápanum og nøkur ár seinni, sum 11-ára gomul, byrjaði hon at framføra.

Cole vaks upp saman við einari eldri ættleiddari systir Carole "Cookie" (1944–2009) (ið var dóttir yngstu systrina hjá mammuni); og við ættleidda bróðurinum Nat "Kelly" Cole (1959–95), og yngri tvíburðasystrunum Timolin og Casey (føddar 1961).[3]

Tónleikaútgávur rætta

Keldur rætta

  1. "The Charlotte Symphony with Natalie Cole". Ovens Auditorium. April 13, 2012. http://www.ovensauditorium.com/default.asp?ovens=40&objId=683. Heintað February 13, 2013. 
  2. Natalie Cole Leaves The Past Behind Cole Experiences Renewal on New Album 'Leavin' – HOLLYWOOD, Calif. (September 24, 2006) by Caitlin A. Johnson – CBSnews.com Retrieved on 05-23-07
  3. Natalie Cole Offers a Candid Look At Her Life in TV One On One Interview Premiering Sunday, Sept. 24 At 9 PM Archived 2006-11-03 at the Wayback Machine Blacknews.com Retrieved on May 23, 2007