Narsarsuaq er ein bygd í Suðurgrønlandi. Narsarsuaq, sum liggur í Narsaq kommunu, er í dag ein altjóða flogvøllur, sum amerikumenn bygdu í 1941. Hetta var fyrsta amerikanska flogstøð í Grønlandi, Blue West One av navni. Flogvøllurin varð nýttur undir øllum seinna heimsbardaga sum millumlendingarstøð á teininum Evropa og Norðuramerika. Umleið 6.000 fólk búleikaðust har tá. Hópur av sjúkrabarakkum vórðu bygdar har frá 1943 til krígslok at hýsa særdum stríðsmonnum frá víðvøllinum í Evropa. Tað er ein misskiljing, tá sagt hevur verið, at sjúkrabarakkirnar eisini vórðu nýttar undir Koreakrígnum, sum vardi frá 1950 til 1953. Í 1958 lótu amerikumenn vøllin frá sær. Í økinum er eitt ótrúliga áhugavert fornminnissavn av lutum, sum amerikumenn brúktu ta tíðina teir vóru har. Í 1959 - aftaná skipið "Hans Hedtoft" fórst - tóku danir yvir tænasturnar í Narsarsuaq. Ístænastan hevur síðani húsast her.

Narsarsuaq flogvøllur stóran týdning bæði fyrr og nú.

Plássið Narsarsuaq verður í dag nýtt sum altjóða flogvøllur. Hotellið við flogvøllin, sum umframt rekur vanligt hotellvirksemi, verður eisini í stóran mun nýtt til skeiðvirksemi, ráðstevnur o.a. Í dag búgva bert eini 180 fólk í Narsarsuaq, sum eru knýtt til flogvøllin. Har býr eisini onkur føroyingur. Í allari Narsaq kommunu búgva umleið 2.000 fólk.

Sí eisini rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið