Náttúruvernd ella Náttúrufriðing er tað at verja náttúruna, og tað verður ofta gjørt við at friða partar av náttúruni, til dømis landaøki, fuglasløg ella djórasløg, so at hon ikki skemmist men verður varðveitt í sínum upprunaliga líki. Náttúruvernd er fyrisiting, sum hevur um hendur at verja bæði plantur og dýr. Nú á døgum er dálking ein álvarsom hóttan. Dýrasløg doyggja út í hópatali, og nógvar plantur týnast nógv meira nú, enn nakrantíð áður. Síðan jørðin varð til, eru mangar livandi verur avoyddar, við hvørt av broytingum í veðurlagnum. Men nú á døgum eru menniskjur størsta hóttanin. Vit høgga skógir, dyrka og taka byggilendi, leggja vátlendi turr, og samstundis beina vit fyri tilhaldi hjá mongum dýrum og spilla góð lendi. Vit broyta lívsumstøðurnar, og tað kann fáa óbøtiligar avleiðingar fyri plantur og dýr. Onnur stór hóttan er djóraveiða. Vit veiða at fáa okkum húðir, kjøt, skinn og horn, og onkuntíð drepa vit dýr, ið gera okkum ónáðir.

Hopetoun Falls í Avstralia.

Mangir felagsskapir eru settir á stovn við eittans endamáli - náttúruvernd. Greenpeace og aðrir altjóða felagsskapir arbeiða fyri at verja m.a. náttúruna við pólarnar, einamest skóp og hval. Felagsskapirnir verja hóttar verur og stríðast fyri at friða øki, har vøkstur og dýr kunnu liva í náðum. Ein fyritreytin fyri náttúrufriðing er, at náttúruøki verða kannað, at vita hvørji dýr og hvørjar plantur, ið eru, og at hava eyguni við tí, ið hendir so hvørt. Altjóða felagsskapurin fyri náttúruvernd, IUCN (stytting fyri "International Union for Conservation of Nature"), savnar úrslit av vísindaligum kanningum og virkar fyri náttúrufriðing í mongum londum. IUCN hevur eisini gjørt ein Reyðlista yvir hótt sløg og flokka hesi í ymiskar flokkar alt eftir, hvussu hótt ið sløgini eru. Aðrir felagsskapir fyri náttúrufriðing eru til dømis UNEP (stytting fyri: "United Nations Environment Programme"), sum er umhvørvisætlan hjá Sameindum Tjóðum.

Sí eisini rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið