Monmouth Borgin er ein borg í býnum Monmouth, høvuðsstaðnum í Monmouthshire, sum er í landsynnings horninum av Wales. Talan er um ein Stig 1 friðaðan bygning. Monmouth Borgin liggur tætt við miðbýin, hon er bygt á einum heyggi omanfyri Monnow ánna, aftanfyri handlar, høvuðs torgið og gøtur. Einaferð fyrr í tíðini varð borgin ein týdnignarmikil skansi, sum vardi markið. Henry V av Onglandi varð føddur har. Borgin fór illa undir Enska Borgarakrígnum (1642–1651) og skifti eigara tríggjar ferðir tað tíðarskeiðið. Eftir at borgin lutvís varð oyðiløgd vóru partar av henni endurnýttir til at byggja Great Castle House, sum fyrr hevur verið eitt sokallað Townhouse, har aðalin hevur búð, men nú er Great Castle House høvuðssæti hjá Royal Monmouthshire Royal Engineers og í bygninginum er eisini eitt savn, sum nevnist Regimental Museum.[1] Bert nakrir partar av borgini standa eftir, Stóra Tornið (Great Tower) og Høllin (Hall) og partar av múrunum standa enn omaná jørðini.

Leivdirnar av Monmouth Borgini

Myndir rætta

Keldur rætta

  1. Monmouth Castle and Regimental Museum Archived 2012-02-04 at the Wayback Machine. Accessed 23 December 2011
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið