Mike Pence (føddur 7. juni 1959) var varaforseti hjá Donald Trump. Áðrenn hann varð valdur til varaforseta, var hann guvernørur í Indiana og hevði eisini verið limur í Kongressini. Hann er ein stak konservativur kristin og íðin mótstøðumaður av fríari fosturtøku og rættindunum hjá samkyndum at giftast.

Mike Pence

Móti endanum av tíðini hjá Trump og Pence í Hvítu húsunum, eftir at teir høvdu tapt valið fyri Joe Biden, sýtti Trump fyri at góðkenna valúrslitið. Tað endaði við, at viðhaldsfólk hansara 6.januar 2021 lupu á amerikanska kongressbygningin. Fleiri róptu rakstrarróp, eitt nú "Heingið Mike Pence", tá ið tey ólógliga tóku seg inn í bygningin í Washington DC. Pence sat í Senatinum inni í kongressbygninginum henda dagin, har hann skuldi standa á odda fyri at telja upp valmansatkvøðurnar. Undan álopinum á Kongressina, hevði Trump lagt trýst á Pence fyri at fáa hann at skúgva til viks grundlógina, vraka sigurin hjá Biden og senda atkvøðurnar aftur til statirnar.

Men Mike Pence gjørdi ikki, sum Trump segði. Stutt fyri álopið, skrivaði Pence m.a. í einum boðum á Twitter, at hann fór ikki at forða fyri, at Biden formliga skuldi góðkennast. Pence hevur sagt, at Trump hevur ábyrgd av sínum leikluti í álopinum á Kongressina. Í minsta lagi sjey fólk lótu lív í sambandi við álopið.