Michelangelo di Lodovico Buonarroti Simoni (6. mars 147518. februar 1564) var ein sera kringur og gávuríkur málari og myndhøggari. Hann varð føddur í Caprese á fjallinum La Verna í Italia. Standmynd hansara, Dávid, er eitt tað vakrasta listaverki úr endurreisnartíðini. Øll vóru hugtikin, so væl og veruliga standmyndin lýsti styrki og vakurleiki. Myndahøggarar í endurreisnartíðini royndu at endurskapa rómverskt snið í myndunum. Nýggja vitanin um mannakroppin fekk Michelangelo at gera standmyndir, har sjálvt minstu smámunir í vøddum og liðum vórðu endurgivnir. Summir listamenn skóru eisini sundur lík, so teir betur skiltu, hvussu mannakroppurin virkaði.

Michelangelo.

Myndir av standmyndum vm. rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið