Matthías Jochumsson

Matthías Jochumsson (11. november 183518. desember 1920) var gudfrøðingur og starvaðist sum prestur á Akureyri í Íslandi. Har búði hann, til hann andaðist. Matthías Jochumsson var sera virkin. Hann var ritstjóri, greinaskrivari, týðari (til dømis týddi hann Shakespeare, Byron og Ibsen til íslendskt), leikritahøvundur og verður mettur sum eitt av størstu sálmaskaldum Íslands. Hann hevur m.a. yrkt íslendska tjóðsangin. Sálmurin Ó, faðir, gjör mig lítið ljós stendur í Sálmabók íslensku kirkjunnar, sum kom út í 1987. Sálmurin var yrktur í 1875.

Matthías Jochumsson.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið