Martti Oiva Kalevi Ahtisaari (føddur 23. juni 1937 í Viborg í Finnlandi) er finskur politikari (SDP).

Martti Ahtisaari í 2007.

Hann var 10. forseti Finnlands frá 1994 til 2000. Á forsetavalinum í 1994 var hann valevnið hjá finska javnaðarflokkinum, og hann varð valdur til forseta í øðrum umfari. Hann vann á Elisabeth Rehn.

Martti Ahtisaari hevur verið virkin á altjóða pallinum í mong ár fyri at verja friðin og trygdina í heiminum. Í 2008 varð hann heiðraður við Friðarheiðurslønini Nobels.[1]

Síðan 1968 er Martti Ahtisaari giftur við Eevu Irmeli Hyvärinen. Í 1992 vórðu hjúnini tilnevnd heiðursborgarar í Namibia.[2]

Ávísingar úteftir rætta

Ævisøgur:

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur rætta

  1. The Nobel Peace Prize 2008, nobelprize.org
  2. Ahtisaari, Martti
, kansallisbiografia.fi (á enskum)