Martin Christian Restorff

Martin Christian Restorff (26. juni 1816 í Keypmannahavn - 24. juli 1897 í Tórshavn), vanliga nevndur Gamli Restorff, kom til Føroya í 1848 at arbeiða sum bakari og kondittari hjá Kongaliga Einahandlinum. Hann arbeiddi fyri at fáa fríhandil í Føroyum, og tá tað hendi í 1856 tók hann stig til at seta á stovn Restorff's Handil í Havn, handilin var niðri í Vágsbotni. Seinni komu fleiri av hesum handlum kring alt landið. Hann stovnaði eisini Restorff's Bryggjarí í Havn. Í 1896 á áttati ára føðingardegi hansara, heiðraði Tórshavnar býráð honum við at útnevna hann til heiðursborgara í Tórshavn.[1] Martin er abbi Frants Restorff.

Martin Christian Restorff
er eitt menniskja
Fødd(ur) 26. jun 1816 í/á Keypmannahavn
Andaðist 24. jul 1897 í/á Tórshavn
Starv baker, pastry chef, keypmaður
Børn Andreas William Restorff
Dátuheiti

Keldur rætta

  1. Denstoredanske.dk