Marnar Djurhuus (føddur 1995) er ein føroyskur rennari, sum rennur fyri Treysti og fyri Føroyar. Guttorm Sørensen er venjari hansara. Hin 29. mars 2014 tók hann 25 ára gamla metið hjá Absalon Hansen í hálvmaraton, tá hann kom á mál í Keypmannahavn sum nummar 113 av meira enn 25.000 rennarum við tíðini 1.08.50. Í januar 2015 segði Marnar við aktuelt.fo, at hann fyribils var givin við at renna, orsakað av trupulleikum við rygginum og verður tí ikki við at Oyggjaleikum 2015 á Jersey.[1]

Lívsleið innan renning rætta

2010 rætta

Í september 2010 gjørdist hann danmarksmeistari fyri ung í 3000 metra renning, hann vann við tíðini 9.16,78. Í somu kapping vann hann eisini silvur í 1500 m. Marnar luttók í bólkinum dreingir 14-15.[2]

2011 rætta

Marnar vann bronsu í 5000 metrum á Oyggjaleikunum 2011 á Isle of Wight, tá var hann bert 16 ára gamal. Hann vann eisini bronsu í 5000 metrum á DMU stevnuni við tíðini 15.45.12 og í 3000 metrum innandura við tíðini 8.57.35, hann rann í bólkinum hjá dreingjum 17 ár.[3]

2012 rætta

Í mars 2012 vann Marnar tvey gull heiðursmerki á DM fyri ung í innandura renning. Fyrst vann hann í 3000 m við tíðini 9:00.47[4] og síðan vann hann eisini gull í 1500 metrum við tíðini 4:17.21.[5] Sjóvar kommuna skipaði fyri móttøku fyri at heiðra Marnar eftir at hann var komin heim aftur eftir DM.[6]

2013 rætta

Í januar 2013 vann hann bronsu á Reykjavík International Games í 3000 metra innandura renning við tíðini 8:53.03, sum var nýtt føroyskt met.[7]

Á Oyggjaleikum 2013 vann hann bronsu í 10.000 metra renning, menn við tíðini 33:14.40 minuttir og bronsu í 5.000 metrar renning hjá monnum við tíðini 15.46,70 minuttir.[8]

Í september 2013 vann hann Top Run rennikappingina har runnið varð frá bensinstøðini í Kollfjarðadali (75 metrar yvir havinum) og endaði á Sornfelli (680 metrar yvir havinum), eitt strekkið uppá 9,8 km. Marnar vann við tíðini 43:04, sum er nýtt met á teininum.[9]

2014 rætta

Í januar 2014 vann hann silvur á Reykjavík International Games í 3000 metra innandura renning við tíðini 8:45, sum var nýtt føroyskt met.[10]

1. mars 2014 vann Marnar gull 3000 metra teininum innandura renning á DM fyri ung í Skive og gjørdist harvið danmarksmeistari. Hann vann við tíðini 8 minuttir og 49 sekund.[11] Dagin eftir, 2. mars 2014 vann hann gull á DM fyri ung á 1500 metra teininum í bólkinum dreingir 18-19 ár við tíðini 4.05.85, sum var nýtt føroyskt innandura met.

World Half Maraton 2014 í Keypmannahavn rætta

  • Nr. 113 við tíðini 1.08.50, sum var nýtt føroyskt met, gamla metið setti Abslalon Hansen 25 ár áðrenn hetta.[12]

Keldur rætta

  1. "Aktuelt.fo - Oyggjaleikir 2015: Gullvónin hjá føroyingum lagt renniskógvarnar á hillina". http://aktuelt.fo/oyggjaleikir+2015+gullvonin+hja+foroyingum+lagt+renniskogvarnar+a+hillina.html. Heintað 2015-01-27. 
  2. Athletics.fo[deyð leinkja]
  3. "Statletik.dk". http://statletik.dk/profil.php?id=4976&sex=m. Heintað 2013-01-20. 
  4. Nordlysid.fo Archived 2015-09-14 at the Wayback Machine Marnar Djurhuus danskur meistari
  5. Nordlysid.fo Archived 2015-09-14 at the Wayback Machine Marnar vann DM á bæði 1.500 m og 3.000 m
  6. sjovarkommuna.fo Archived 2012-05-14 at the Wayback Machine Heiðursløta fyri Marnar Djurhuus
  7. "Sportal.fo". http://sportal.fo/grein/marnar_setti_foroyskt_met. Heintað 2013-01-20. 
  8. "Sportal.fo, Nú eru 24 heiðursmerki komin". http://sportal.fo/grein/nu_eru_24_heidursmerki_komin. Heintað 2013-09-15. 
  9. "Sportal.fo, Marnar vann TOP-RUN". http://sportal.fo/grein/marnar_vann_top_run. Heintað 2013-09-15. 
  10. "Sportal.fo, Marnar sett nýtt føroyskt met". http://sportal.fo/marner+sett+nytt+foroyskt+met.html#.UtxtX2RpVok. Heintað 2014-01-20. 
  11. "in.fo, Marnar DM-vinnari á 3000 metrum". http://www.in.fo/news-detail/news/marnar-dm-vinnari-a-3000-metrum/. Heintað 2014-03-01. 
  12. aktuelt.fo, Marnar tikið 25 ára gamalt met[deyð leinkja]