Marie Curie (fødd Maria Salomea Skłodowska 7. november 1867, deyð 4. juli 1934), eisini kend sum Madame Curie ella Marie Skłodowska-Curie, var ein pólsk evnafrøðingur og alisfrøðingur. Hon var tann fyrsta kvinnan, ið vann eina Nobel-virðisløn og tann fyrsti persónurin, ið vann tvær Nobelvirðislønir: Nobelvirðislønina í alisfrøði (1903) og Nobelvirðislønina í evnafrøði (1911).

Marie Curie

Hon megnaði at etablera eitt ástøði um radioaktivitet (eitt orð, ið hon gjørdi), tøkni fyri at fráskilja radioaktivar isotopar, og so fann hon fram til tvey nýggj frumevni: polonium og radium.

Sjálvt um hon gjørdist franskur ríkisborgari, so misti hon aldri sín pólska samleika. Hon uppkallaði tað fyrsta nýggja evnafrøðiliga frumevni, sum hon fann fram til í 1898 Polonium eftir heimlandi sínum, og í 1932 stovnaði hon Radiuminstituttið (nú Maria Sklodowska-Curie Institut fyri onkologi) í heimbýi hennara Warszawa, undir leiðslu av systrini Bronisława.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið