Margrethe Vestager Hansen (fødd 13. apríl 1968 í Glostrup) er danskur politikari, EU-ráðharri. Hon er útbúgvin løgfrøðingur. Hon var búskapar- og innlendismálaráðharri í Danmark frá 3. oktober 2011 til 2014. Hon var formaður fyri Det Radikale Venstre frá 2007 til 2014.

Margrethe Vestager
er eitt menniskja
Fødd(ur) 13. apr 1968 í/á Glostrup
Alma mater Københavns Universitet, Varde Gymnasium
Starv politikari, yrkjari
Politiskur flokkur Radikale Venstre
Foreldur móðir Bodil Tybjerg faðir Hans Vestager
Mál danskt mál, Enskt mál, Franskt mál
Dátuheiti
ISNI 0000000429129094
VIAF 307283086
LCAuth n2016036857
Commons Margrethe Vestager

Lívsleið rætta

Politisk rætta

Hon var politiskur leiðari av Radikale Venstre og var búskapar- og innlendismálaráðharri frá 3. oktober 2011 til 2014. Hon var eisini varaforsætisráðharri í Danmark frá 2011 til 2014. Harumframt var hon kirkjumálaráðharri frá 1998 til 2000, kenslumálaráðharri 1998-2001. Hon gjørdist politiskur leiðari fyri Radikale Venstre eftir Marianne Jelved hin 15. juni 2007. Hon var formaður fyri fólkatingsbólkin hjá flokkinum 2007 til 2011.

Privat rætta

Bæði foreldur hennara eru sóknarprestar: Hans Vestager (føddur 1945) Bodil Tybjerg (fødd 1946). Hon vaks upp í Ølgod. Í 1986 gjørdist hon studentur frá Varde Gymnasium, og í 1993 varð hon útbúgvin sum cand.polit. við Københavns Universitet. Hon hevur starvast sum fultrúði í danska Fíggjarmálaráðnum 1993-95, serráðgevi í danska Búskaparmálaráðnum 1995-97 og skrivstovustjóri sama stað 1997-98. Hon er gift við studentaskúlalærara Thomas Jensen (1966-), saman hava tey tríggjar døtur.

Keldur rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið