Maja Hanna Maria Ivarsson (fødd 2. oktober 1979 í Åhus) er ein svensk songkvinna. Hon er kend frá bólkinum The Sounds, har hon er forsangari. Hon gjørdist limur í bólkinum í 1999. Í 2002 gav bólkurin út fyrstu útgávu sina, Living in America, ið fekk høgar plaseringar á hittlistum í Svøríki og USA. Maja búði fyrstu árini í Åhus, men síðan flutti familja hennara til Helsingborg at búgva. Maja býr nú í Malmø.

Maja Ivarsson
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið