Magni Laksáfoss (føddur 3. desember 1969) er búskaparfrøðingur, fólkatalsfrøðingur og politikari fyri Sambandsflokkin.

Magni Laksáfoss
er eitt menniskja
Fødd(ur) 3. des 1969 í/á Klaksvík
Alma mater Københavns Universitet, Roskilde University
Starv politikari, búskaparfrøðingur, demographer, vinnulívsfólk
Politiskur flokkur Sambandsflokkurin
Dátuheiti
Commons Magni Laksáfoss

Hann var landsstýrismaður í fíggjarmálum frá 15. mai 2007 til 4. februar 2008. Hann var valdur á løgtingsvalinum 2008, og sat løgtingsvalskeiðið 2008-2011 umboðandi Sambandsflokkin.

Magni Laksáfoss er útbúgvin cand.polit. fra universitetinum í Keypmannahavn, Laksáfoss arbeiddi frá 2005 til 2007 við at gera Ph.D-ritgerð um langtíðarsambandið millum demografi og búskaparvøkstur, men varð ikki liðugur við ritgerðina tá.

Í 2012 fór hann saman við øðrum undir VITOrka, ið er ein verkætlan um at hita sethús upp við nýtslu av vindorku[1].

Á løgtingsvalinum 2015 stillaði hann upp aftur og varð valdur.

Magni Laksáfoss er búsitandi í Streymnesi í Sunda kommunu.

Keldur rætta

  1. Kringvarp.fo: "Vindorka skal hita høvuðsstaðin"

NORA.FO: "Biographies" Archived 2013-07-01 at Archive.today