Madeiravín kemur frá tí portugisisku oynni við sama navni. Vínið fær sítt sermerkta brenda eyðkenni av, at tað verður lagrað við umleið 50°C í minimum 90 dagar. Madeira verður ikki drukkið eins nógv og portvín og sjerri, men tað hevur tann fyrimun, at tað heldur sær longri, aftaná at fløskan er latin upp. Madeira fæst frá turrum til søtt, alt treytað av innihaldinum av sukri, ið liggur úr 2 % - 10 %.

Madeiravín.

Sløg rætta

  • Malvasia
  • Boal
  • Verdelho
  • Sercial
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið