Mørk (fleirtal: merkur) er gomul mátieind við fleiri týdningum:

  • vekteind: 1 mørk = 1/2 pund = 1/4 kg = 250 gramm
  • mynteind í miðøld
  • jarðarmát: 1 mørk er 16 gyllin á 20 skinn (= 320 skinn). Í Føroyum eru umleið 2400 merkur í jørð, lutað sundur á markatalsbygdir. 1 mørk er í miðal 0,64 km2, men sera stórur munur er frá oyggj til oyggj.