Linda Andrews (fødd Andreasen, fødd 19. oktober 1973 í Tórshavn) er ein føroysk songkvinna, sum gjørdist kend í Føroyum og Danmark, tá hon vann donsku X Factor sjónvarps sangtalentkappingina 27. mars 2009. Hon varð fyrsti føroyingur ið vann hesa kapping í Danmark. Jógvan Hansen vann íslendsku X Factor kappingina í Íslandi í 2007. Linda vaks upp í Vesturbýnum í Havn, hon hevur fýra eldri systkin. Bert 14-ára gomul fór hon á eftirskúla í Mariager í Danmark, har hon hevði ein góðan sanglærara. Heima í Føroyum tók hon prógv á Føroya Handilsskúla og sum 19-ára gomul gjørdist hon leiðari í einum handli. Hon flutti til Danmark sum 21-ára gomul. Hon eigur dóttrina Celeste, og tað var hon, ið fekk mammuna til at melda seg til X Factor. Hon hevur drúgvar royndir sum kórleiðari fyri gospel kórum í Keypmannahavnar økinum.

Linda Andrews

Við at vinna annað umfar av X Factor í 2009 vann Linda Andrews eina plátukontrakt við Sony sum er eina millión krónur verd. Vinnarastaklagið "Det bedste til sidst", sum Søren Rasted hevur skrivað, kom út í mars 2009 og fór beinleiðis inn sum #1 á danska hitlistanum. Staklagið fekk platin í juli 2009, og hevur selt yvir 35.000 download.[1][2] "Det bedste til sidst" gjørdist níggjunda mest seljandi staklag í 2009.[3] Síðan kom fløgan Into the Light út hin 2. juni 2009. Fløgan er m.a. skrivað av Cutfather, Lasse Lindorff, Sarah West og Thomas Bickham. Fløgan gjørdist #2 á danska hitlistanum, men var bert fimm vikur á topp 40. Síðst í mars 2010 bleiv Linda Andrews fríttstillað frá sínari kontrakt við Sony.[4] Linda hevur seinni útgivið eina jólafløgu, har hon eitt nú hevur fylgispæl frá Malmö Symfoniorkester.


Tónleikaútgávur rætta

Fløgur rætta

  • 2008: Revelation
  • 2009: Into the Light
  • 2009: Husker du julen...
  • 2011: A Merry Little Christmas

Stakløg rætta

  • 2006: "Hot Santa"
  • 2006: "Divalicious"
  • 2009: "Det bedste til sidst"
  • 2009: "Into the Light"
  • 2009: "Mirror Mirror"
  • 2009: '"Tænder et lys (Til du kommer hjem)"
  • 2013: '"Tears"

Keldur rætta

  1. Brix, Lise (2. juli 2009). "X Factor-stjerne får platin". Jyllands-Posten. http://kpn.dk/popmusik/article1743308.ece. Heintað 17. januar 2012. 
  2. Thomsen, Philip (17. januar 2012). "Se, hvad der blev af de fire 'X Factor'-vindere". Ekstra Bladet. http://ekstrabladet.dk/musik/dkmusiknyt/article1692072.ece. Heintað 17. januar 2012. 
  3. "2009's bedst sælgende tracks". IFPI Danmark. 1. januar 2010. http://ifpi.dk/?q=content/2009s-bedst-s%C3%A6lgende-tracks. Heintað 17. januar 2012. 
  4. Jensen, Christian B (18. marts 2010). "Linda droppet af Sony". Ekstra Bladet. http://ekstrabladet.dk/musik/dkmusiknyt/article1316132.ece. Heintað 21. marts 2010. 

Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið