Levi Niclasen, sum yrkjari betri kendur sum Óðin Ódn (føddur 1. mai 1943 á Tvøroyri, uppvaksin í Hvalba) er ein føroyskur rithøvundur, tónleikari, lærari og politikari.

Aftan á barnaskúlan arbeiddi hann í kolinum í Hvalba. Í 1957 stovnaði hann saman við brøðum sínum ein tónleikabólk, og brátt blivu teir kendir sum Hvalbiarbrøðurnir. Teir góvu út tvær stak plátur í 1962. Hann var í Grønlandi 1960 og 1961 og arbeiddi á landi í Føroyingahavnini fyri Nordafar. Hann fór síðan á læraraskúla í Havn og tók prógv frá Føroya Læraraskúla í 1967. Var settur sum lærari við Hvalbiar skúla 1. august 1967. Hevur verið skúlaleiðari við Hvalbiar skúla frá 1. august 1979. Hann hevur eisini verið á Fróðskaparsetri Føroya og fullført nám í føroyskum og bókmentum 1969-70. Hann hevur útgivið fleiri yrkingasøvn og eisini eitt stuttsøgusavn og eina bók við bæði yrkingum og stuttsøgum. Hann hevur eisini týtt tvær bøkur til føroyskt.

Útgávur rætta

  • Givið út á egnum forlagi:
  • Hvirlur (yrkingasavn) 1970
  • Eg eri í iva (yrkingasavn) 1970
  • Tey í urðini (søgusavn) 1973
  • Reyðibarmur (yrkingar og stuttsøgur) 1974
  • Viðrák og Mótrák (yrkingasavn) 1975
  • Óttast ikki (yrkingasavn) 1975
  • Nívandi niða (yrkingasavn) 1983
  • Lovað er lygnin (yrkingasavn) 1983
  • Eg eigi eina mynd (yrkingasavn) 1987

Týðingar rætta

Familja rætta

Foreldur: Thomasia Niclasen, f. Thomasen á Giljanesi í Vágum og Hentzar Niclasen, kongsbóndi á Hamri í Hvalba. Giftist í 1971 við Súsonnu Niclasen, f. Holm. Hon er fødd í Hvalba í 1950. Tey eiga tríggjar synir: Tórarinn, Tóroddur og Njálur.

Keldur rætta