Løgtingslimir í Føroyum 2019-2022

Listi yvir løgtingslimir 2019-2023.

Síðan 2008 hevur Løgtingið í Føroyum havt 33 limir, ið eru valdir í einum valdømi.

Løgtingsvalið 2019 varð hildið hin 31. august 2019.

Øll eru vald eftir persónligum atkvøðum á flokslistum. Av teimum 33 tingslimunum vóru 8 kvinnur valdar.

Valdu løgtingslimirnir eru hesi:[1]

Navn Flokkur Øki Atkvøður Viðmerkingar
Aksel V. Johannesen Javnaðarflokkurin Suðurstreymoy 2327
Bárður á Steig Nielsen Sambandsflokkurin Norðurstreymoy 1220 Løgmaður frá 2019, Jaspur Langgaard møtir.
Høgni Hoydal Tjóðveldi Suðurstreymoy 1209
Beinir Johannesen Fólkaflokkurin Norðoyar 995
Jacob Vestergaard Fólkaflokkurin Suðuroy 779 Landsstýrismaður frá 2019. Heðin Zachariasen møtir.
Jørgen Niclasen Fólkaflokkurin Vágar 724 Landsstýrismaður frá 2019. Annika Olsen tók sæti ein dag, fekk farloyvi, meðan hon var borgarstjóri í Havn. Jóhan Eli Lyngvej Poulsen møtti í staðin. Annika Olsen var borgarstjóri til 31. desember 2020 og tók sæti aftur í løgtinginum eftir nýggjár 2021.
Jógvan á Lakjuni Fólkaflokkurin Eysturoy 680 Løgtingsformaður frá 2019.
Christian Andreasen Fólkaflokkurin Suðurstreymoy 583
Magnus Rasmussen Sambandsflokkurin Eysturoy 575
Jákup Mikkelsen Fólkaflokkurin Norðoyar 549
Ingilín Didriksen Strøm Javnaðarflokkurin Suðurstreymoy 543
Helgi Abrahamsen Sambandsflokkurin Eysturoy 498 Landsstýrismaður frá 2019. Erhard Joensen møtir.
Sirið Stenberg Tjóðveldi Suðuroy 491
Jenis av Rana Miðflokkurin Suðurstreymoy 472 Landsstýrismaður frá 2019. Steffan Klein Poulsen møtir.
Kaj Leo Holm Johannesen Sambandsflokkurin Suðurstreymoy 468 Landsstýrismaður frá 2019. Edva Jacobsen møtir.
Uni Rasmussen Fólkaflokkurin Eysturoy 464
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Fólkaflokkurin Norðoyar 461 Landsstýriskvinna frá 2019. Brandur Sandoy møtir.
Henrik Old Javnaðarflokkurin Suðuroy 443
Heðin Mortensen Javnaðarflokkurin Suðurstreymoy 425 Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu frá 1. januar 2021, Eyðgunn Samuelsen tók sæti í Løgtinginum fyri hann.[2]
Bjørt Samuelsen Tjóðveldi Suðurstreymoy 406
Bill Justinussen Miðflokkurin Eysturoy 371
Frimodt Rasmussen Sambandsflokkurin Norðoyar 356
Djóni Nolsøe Joensen Javnaðarflokkurin Suðurstreymoy 352
Kristina Háfoss Tjóðveldi Suðurstreymoy 346 Gjørdist stjóri í Norðurlandaráðnum og fór í farloyvi frá Løgtinginum frá 1. februar 2021. Páll á Reynatúgvu møtti tók sæti í staðin.[3]
Rósa Samuelsen Sambandsflokkurin Vágar 314
Beinta Løwe Tjóðveldi Suðurstreymoy 299
Kristin Michelsen Sjálvstýri Suðuroy 298
Hervør Pálsdóttir Tjóðveldi Suðurstreymoy 289
Jóhannis Joensen Javnaðarflokkurin Vágar 284
Bjarni K. Petersen Framsókn Suðurstreymoy 280
Johan Dahl Sambandsflokkurin Suðurstreymoy 277
Bjarni Hammer Javnaðarflokkurin Suðuroy 271
Poul Michelsen Framsókn Suðurstreymoy 271 Valdi at fara úr Løgtinginum í mars 2020, eftir 30 ár í politikki, og eftir, at hann fekk eina heilabløðing á heysti 2019. Hann kom rættiliga væl fyri seg, men meinti ikki sjálvur, at hann kundi halda fram. Ruth Vang tók sæti í staðin.[4]

Fínteljingin liðug.[5]

Sí eisini rætta

Keldur rætta