Kumiko Kōda (神田 來未子 Kōda Kumiko?, fødd 13. november 1982), betri kend sum Kumi Koda (倖田 來未 Kōda Kumi?), er ein japonsk songkvinna frá Kyoto, sum er kend fyri sínar R&B sangir. Føroyingarnir Bárður Háberg og Óli Jógvansson frá Baroli Music hava skrivað sangir til hana, eitt nú hava teir verið við til at skrivað sangin LOL á fløguni Bon Voyage og So Nice á fløguni Japonesque frá 2012. Báðar útgávur gjørdist nummar eitt á japanska Orion sølulistanum fyrsta dagin og fyrstu vikuna.

Kumi Koda í 2013

Kumi Koda útgav sítt fyrsta staklag, "Take Back", í 2000, tað var tó ikki fyrr enn seinni at hon gjørdist kend, tá hon útgav sína sjeyndu stakfløgu, "Real Emotion/1000 no Kotoba", teir sangirnir vóru nýttir sum temaløg í videospælinum Final Fantasy X-2. Hon gjørdist uppaftur meira kend, tá hon útgav sína fjórðu studofløgu Secret (2005), tað 16. stakfløguna "Butterfly" (2005) og hennara fyrstu greatest hits album Best: First Things (2005), sum gjørdist ávikavist nummar trý, tvey og eitt á hittlistum.

Koda hevur selt meira enn 15 milliónir fysiskar fløgur/plátur bara í Japan, og tað ger hana til 18. best seljandi japonsku songkvinnuna yvirhøvur gjøgnum allar tíðir.

Tónleikaútgávur rætta

Studio fløgur
Cover útgávur
Uppsamlingsfløgur
Remix album
Nummar-eitt stakløg

Keldur rætta

  1. "倖田來未2年ぶりニューアルバム、テーマは“良い旅を” [Kumi Koda first new album in two years, the theme is "a good trip"]" (in Japanese). Natalie. January 1, 2014. http://natalie.mu/music/news/107001. Heintað January 2, 2014.