Kristel Lisberg

føroysk songkvinna

Kristel Lisberg (fødd í 1989 í Tórshavn, vaks upp á Tvøroyri) er ein føroysk songkvinna og optometrist/optikari. Seinastu árini hevur hon búð í Danmark, har hon gjørdist eitt kent navn, tá ið hon luttók í donsku X Factor-sangtalentkappingini í 2012.[1][2] Í 2014 útgav hon staklagið "Without You", og í 2015 útgav hon staklagið "September".[3] Hon fer at luttaka í Dansk Melodi Grand Prix 2016, ið er danska kappingin, har ið umboð Danmarkar skal finnast til Eurovision Song Contest. Kristel luttekur við sanginum "Who Needs a Heart?".[4] Í januar 2016, tá ið tað gjørdist alment, at Kristel skuldi syngja við í Dansk Melodi Grand Prix, tosaði Kringvarp Føroya við hana, og tá segði hon, at hon læs til optikara og at hon skuldi lata inn BA-verkætlanina tvær vikur seinni. 27. januar 2016 varð hon liðug við útbúgvingina.

Kristel Lisberg
Fødd/ur 1989 (age 34–35)
Tórshavn, Føroyar
Sjangrur Popp

Kristel er dóttir sangaran og tónleikaran av Tvøroyri, Jens Lisberg, og hevur sungið og framført saman við honum í fleiri ár frá hon var 12-ára gomul. Sum vaksin syngur Kristel tó meir popptónleik, meðan pápin syngur country-tónleik.

Tónleikaútgávur rætta

Stakløg rætta

  • 2015 - September[5]
  • 2014 - Without You[6]
  • 2011 - In The Lights
  • 2003 - Aint No Love[7]

Virðislønir og tilnevningar rætta

Keldur rætta