Egyptalandsdrotningin Kleopatra VII Filopator (grikskt: Κλεοπάτρα θεά φιλοπάτωρ, føddur 69 f.Kr., deyður 12. august 30 f.Kr.) var tann seinasta av ptolemaisku kongsættini, sum ráddi í Egyptalandi. Hon var gitin fyri sín vakurleika og sítt vit. Bæði Cæsar og Antonius tilbóðu hana. Kleopatra drotning er ein av mest kendu og best dámdu persónunum í fornøld. Í 30 f.Kr. tók hon seg av døgum, helst hevur hon latið eiturorm bíta seg, aftaná at Antonius hevði tapt við Actium.

Kleopatra VII
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Keldur rætta