Kirkjuvatn er vatn í Føroyum í Suðuroynni, 0,2 km² til víddar. Kirkjuvatn er beint norðanfyri bygdina Fámjin, sum er á vestursíðuni á Suðuroynni. Túrar verða ofta gjørdir um summarið niðan á Kirkjuvatn [1]. Kirkjuvatn er beint norðanfyri Fámjin, tað tekur stutta tíð at ganga til Kirkjuvatn.

Kirkjuvatn.
Fámjin, Kirkjuvatn, Gluggarnir og onnur høg fjøll.

Høg fjøll eru tætt við Kirkjuvatn. Hægsta fjall í Suðuroynni, Gluggarnir, sum er 610 metrar høgt, er norðanfyri Kirkjuvatn, har eru eisini onnur høg fjøll, m.a. Herðablaðið og Eystanfyri Herðablaðið. Nærmasta fjallið er tó tvey onnur fjøll, sum ikki eru millum tey allar hægstu í Suðuroynni. Knúkin, sum er 417 metrar høgt, er norðanfyri Kirkjuvatn. Fjallið Mikla, sum er 469 metrar høgt, er eystanfyri Kirkjuvatn.

Keldur rætta

  1. "Visitsuduroy.fo". http://www.visitsuduroy.fo/UK/index.asp?pID=%7B1216548D-06B9-4A08-AFD7-3A1054EF8C5F%7D. Heintað 2010-12-06. 

Sí eisini rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið