Kim Leine Rasmussen (28. august 1961 í í Telemarkini, Noreg) er ein dansk-norskur skaldsøgurithøvundur.[1]

Kim Leine
er eitt menniskja
Fødd(ur) 28. aug 1961 í/á Bø (Noreg)
Starv sjúkrarøktarfrøðingur, høvundur, skaldsøguhøvundur, týðari
Mál danskt mál, Norskt mál
Dátuheiti
ISNI 0000000078762276
VIAF 13492348
LCAuth no2008122954
IMDB nm6094578
Commons Kim Leine (novelist)

Hann varð føddur í Noregi, og flutti til Danmarkar at búgva sum 17-ára gamal. Hann nam sær útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur. Síðan flutti hann til Grønlands, har hann búði í 15 ár. Í 2004 vendi hann aftur til Danmark har hann útgav fyrstu skaldsøgu sína «Kalak» í 2007. Hann fekk donsku bókmentaheiðurslønina De Gyldne Laurbær,[2] fyri skalsøgu sína um tann norskfødda trúboðaran Morten Falck í Grønlandi, um hansara møti við tann karismatiska prædikumannin Habakuk og konu hansara Mariu Magdalenu.

30. oktober 2013 fekk hann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri skaldsøguna Profeterne i Evighedsfjorden.

Bøkur hansara eru týddar til norskt, svenskt, íslendskt, finskt, týskt, hollanskt, franskt, ungarskt, rumenskt, spanskt, italienskt og engskt.

Útgávur rætta

  • Kalak, (2007)
  • Valdemarsdag, (2008)
  • Tunu, (2009)
  • Profeterne i Evighedsfjorden, (2012)

Heiður rætta

Keldur rætta

  1. Kim Leine, forfatterweb. Vitjað 12. juni 2013
  2. Kim Leine vinder De Gyldne Laurbær, avisen.dk. Besøkt 11. juni 2013