Karlskrona er ein býur í Karlskrona kommunu, Blekinge län í Svøríki. Býurin liggur á fleiri oyggjum og hólmum í svenska skergarðinum við eysturstrondina í landsynningspartinum av Svøríki.

Fredrikskyrkan.
Karlskrona sæð úr einum flogfari

Søga rætta

Trossö, tann oyggin, har Karlskrona seinni varð bygd, var í 16. øld ogn hjá bóndanum Offe Månsson. Á meginlandinum, nakrar fáar kilometrar hagani, var tað í danskaratíðini ein býur, sum nevndist Lyckeby, í dag er hann ein býarpartur í Karlskrona, og umleið 20 kilometrar hagani fóru danir í holt við at byggja Kristianopel, áðrenn Blekinge bleiv svenskt í 1658. I 1679 var oyggin og hólmarnir ið hoyrdu til hana, ogn hjá bóndanum Vittus Andersson, ið varð tvungin til at selja ognina til svenska statin. Sama ár var ein partur av flotanum lagdur við Karlskrona. Býurin lá strategiskt væl fyri á einari oyggj við sambandi til meginlandi, sum var undir eftirliti, og var vard av øðrum oyggjum kring Trossö, har hernaðarskansar vóru bygdir fyri at verja flotan.

10. august 1680 fekk býurin síni býarfyrimunir (stadsprivilegier). Ronneby varð avtikin sum býur og fólkið ið búði har, varð tvungið til at flyta til Karlskrona. Býurin hevði í fleiri ár fyrimunir framm um aðrar býir, við tollfrælsi. Í 1682 vóru brúgvar bygdar, sum bundu býin saman við meginlandinum. Skjótt gjørdist býurin triðstørstur í Svøríki, næst eftir Riga, sum í dag liggur í Letlandi og Stokkhólm. Býurin helt tó uppat við at vaksa, men hann bleiv við at vera ein hernaðarstøð fyri svenska flotan. Umleið ár 1700 hevði býurin umleið 10.000 íbúgvar samanborið við 1,3 milliónum í øllum Svøríki. Í 2010 hevði býurin 35.212 íbúgvar[1] og í øllum Svøríki búgva 9.555.893 (2012).

Jarðfrøði rætta

Miðbýurin (Skergarðsbýurin) liggur á oynni Trossö og á nøkrum holmum, sum liggja kring oynna, eitt nú Saltö, Dragsö, Björkholmen, Ekholmen, Pantarholmen og Stumholmen. Til býarøkið hoyrir eisini ein størri oyggj sum liggur norðanfyri Trossö, Vämö, og oyggjarnar, sum liggja tætt við hana (Mellanstaden). Í hesum økinum liggja fleiri stór bústaðarøki, eitt nú Hästö, Gräsvik, Pantarholmen, Annebo, Galgamarken, Kungsmarken, Marieberg, Långö og Bergåsa. Tann upprunaligi býurin, tvs. Trossö, er umleið 185 hektar til støddar og hevur fjallalendi.

Keldur rætta

  1. Tätorter 2010

Slóðir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið