Karl Heri Joensen (f. 11. november 1955 í Klaksvík) er bóndi og fyrrverandi politikari fyri Sjálvsstýrisflokkin.

Karl Heri Joensen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 11. nov 1955 í/á Klaksvík
Starv bóndi
Politiskur flokkur Nýtt Sjálvstýri
Dátuheiti

Karl Heri Joensen hevur útbúgving sum skrivstovumaður og urtagarðsmaður. Hann var býráðslimur í Klaksvíkar kommunu tíðarskeiðini 19851988 og 19932004. I 2004 tapti hann valið um eina býráðsess Sjálvstýrisflokksins við 3 atkvøðum, og stillaði ikki upp aftur í 2008.

Karl Heri Joensen var landsstýrismaður í mentanar- og samferðslumálum frá 18. januar til 22. juni 1989. Hann var seinni 1. varamaður á løgtingi fyri Asbjørn Joensen, og var fastur løgtinglimur frá 21. oktober 1993, tá Asbjørn Joensen andaðist.

Keldur rætta