Kári á Rógvi

føroyskur professari í løgfrøði og politikari

Kári á Rógvi (4. mai 1973 í Tórshavn - 14. februar 2015) var ein føroyskur politikari og løgfrøðingur. Hann var útbúgvin løgfrøðingur frá Københavns Universitet í 1998 og útbúgvin doktari (ph.d.) í løgfrøði, hann vardi ph.d. ritgerðina á Háskóla Íslands í 2009. Hin 1. mars 2014 varð hann settur í starv sum professari á Fróðskaparsetri Føroya, áðrenn tað hevði hann starvast á Fróðskaparsetrinum sum lektari á Søgu- og samfelagsdeildini frá 2008 til 28. februar 2014. Kári var giftur við Jóhonnu á Rógvi (fødd Kristiansen), tey fingu trý børn: Bragi, Brestir og Brindis. Kári og familjan búðu á Argjum. Hann var sonur Eyðun á Rógvi og Sunnevu Dalsgaard og bróðir Elin á Rógvi og Hera á Rógvi. Kári andaðist bert 41 ára gamal eftir stutta sjúkralegu.[1]

Kári á Rógvi
er eitt menniskja
Fødd(ur) 4. mai 1973 í/á Tórshavn
Andaðist 14. feb 2015
Alma mater Københavns Universitet, University of Aberdeen, Háskóli Íslands
Starv politikari, professari, løgfrøðingur
Politiskur flokkur Nýtt Sjálvstýri
Dátuheiti
ISNI 0000000408052286
VIAF 229185068
LCAuth nb2013020209
Kári á Rógvi
Føddur 4. mai 1973
Deyður 14. februar 2015
Yrki Professari á Fróðskaparsetri Føroya
Útbúgving Cand.jur., Master of Laws (LL.M.), doktari í lóg (PhD)
Flokkur Sjálvstýrisflokkurin
Álitisstørv
2008–2011 Løgtingsmaður
2010–2011 Floksformaður

Politisk lívsleið rætta

Kári var løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin frá 2008 til 2011. Hann var formaður Sjálvstýrisfloksins frá oktober 2010[2] til november 2011.[3]

Kári á Rógvi stillaði fyrstu ferð upp til løgtingsval í januar 2008 og til fólkatingsval í 2007, hann stillaði upp fyri Sjálvstýrisflokkin. Hann var fyrstvaldur hjá Sjálvstýrisflokkinum í 2008 við 572 atkvøðum. Flokkurin fekk tá tvey umboð vald inn á Føroya Løgting. Kári stillaði eisini upp til Løgtingsvalið 2011, men var ikki afturvaldur.

Álitissessir á Løgtingi rætta

  • 2008-2011 Limur í Mentanarnevndini
  • 2008-2011 Limur í Uttanlandsnevndini
  • 2008-2011 Varalimur í Vinnunevndini

Serligar nevndir Løgtingsins rætta

  • Limur í § 25 nevnd stjórnarskipan
  • Limur í § 25 nevnd tingskipanin lm.nr. 41/2008
  • Limur í § 25 nevnd tingskipanin lm.nr. 7/2008

Aðrir álitissessir rætta

  • Formaður í næmingaráðnum í Hoydølum (1990)
  • Forseti í felagnum Føroysk Jura Lesandi (seinni heiðurslimur)
  • Hagaformaður Úti í Haga á Bjørgum (í hagastýrinum frá 1992)
  • Formaður í Føroya Óðalsfelag í umleið 5 ár (til 2007)
  • Næstformaður í Stjórnarskipanarnevndini
  • Formaður í Orðabókagrunninum í 8 ár[4]
  • Nevndarformaður í Fasta Gerðarrættinum frá stovnanini 1. apríl 2006 til sín deyða í 2015[5]
  • Formaður í Javnstøðunevndini í 2 ár
  • Skrivari í Grundlógarnevndini
  • Nevndarlimur í Norrøna Felagnum

Útbúgving rætta

Nevndararbeiði rætta

Kári á Rógvi hevur verið skrivari í Grundlógarnevndini og næstformaður í Stýrisskipanarnevndini. Eisini hevur hann verið við í lógarfyrireikandi arbeiðinum, sum førdi til gerðarrættin í 2006. Hann eigur sín part í at vit hava fingið eitt føroyskt lógarrit og eitt grundskeið í lóg á Fróðskaparsetrinum.

Útgivið rætta

Bøkur rætta

  • 2013 - West-Nordic Constitutional Judicial Review – A comparative Study of Scandinavian judisian review and judicial reasoning
  • 2011 - Fyrisitingarlóg (meðhøvundur Bárður Larsen) 2011
  • 2010 - Det færøske forfatningsudkast i forfatningsretlig belysning (meðhøvundur Bárður Larsen), Juristen 2010
  • 2006 - Arbejdskonflikter på Færøerne, Arbejdsretligt tidsskrift 2006
  • 2004 - The Land of Maybe, The Right to National Self-Determination Faroe Islands and Denmark 2004
  • 2002 - Færøernes retspleje frem fra glemslen Lov & Ret 2002[6]
  • 1998 - Faroese Business Law, skrivað saman við Jóhannes Egholm Hansen.

Keldur rætta

  1. "in.fo - Kári á Rógvi deyður". http://www.in.fo/news-detail/news/kari-a-rogvi-deydur-1/?L=&cHash=d3109ae19e52e4c7b454eee53c72ec51. Heintað 2015-02-14. 
  2. Portal.fo, Kári P. Højgaard tekur seg aftur sum formaður
  3. "Aktuelt.fo". http://aktuelt.fo/grein/nu_er_kari_aftur_formadur_i_sjlvstyrisflokkinum. Heintað 2011-11-11. 
  4. "In.fo - Kári setti djúp spor eftir seg". http://www.in.fo/news-detail/news/kari-setti-djup-spor-eftir-seg/. Heintað 2015-02-18. 
  5. Aktuelt.fo - Minningarorð um Kára á Rógvi Archived 2015-02-22 at the Wayback Machine, skrivað hevur Maud Wang Hansen, Forkvinna í Føroya Pedagogfelag og Nevndarlimur í Fasta Gerðarrætti
  6. Setur.fo

Slóðir rætta