KÍ kvinnurnar eru eitt kvinnu fótbóltslið hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag. KÍ varð stovnað í 1904, men kvinnufótbóltur í Føroyum byrjaði ikki undir skipaðum viðurskiftum fyrr enn mitt í 1980-árunum. Heimavøllurin hjá teimum er eins og hjá monnunum við Djúpumýru í Klaksvík. KÍ kvinnurnar hava klárað seg sera væl í føroyskum fótbólti, ja so væl, at tær seta evropeiskt met í flest vunnum meistaraheitum í heimlandinum á rað. Tær hava vunnið FM 15 ár á rað frá 2000 til og við 2014, sum er heimsmet. KÍ kvinnurnar eru eisini væl umboðaðar á føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti, og eisini har hava tvær av teimum sett heimsmet við at vera fyrstu foreldur/barn, ið spæla landsdyst saman í sama dysti. Tað hendi 28. november 2012, tá møðgurnar Bára Skaale Klakkstein og Eyðvør Klakkstein spældu vinardyst móti Luksemburg á útivølli, sum Føroyar vann 0-6.[1] Av tí at KÍ kvinnurnar hava vunnið FM 15 ferðir[2] og steypakappingina 12 ferðir, so hava tær eisini fleiri ferðir luttikið í altjóða fótbóltskappingum. Tær hava luttikið í UEFA Women's Cup frá 2001/02 til 2008/09. Í 2009/10 og 2010/11 luttóku tær í UEFA Women's Champions League.

KÍ Klaksvík
Fult navn Klaksvíkar Ítróttarfelag
Kelinavn
Stovnað 24 August 1904
(Women's team 1985)
Vøllur Djúpumýra Stadium
Klaksvík
Ground Kapasitetur 3,000
Formaður Tummas Lervig
Venjari Aleksandar Djordjevic
Deild 1. deild kvinnur
2023 Vinnarar
Heimasíða Heimasíða

Heiður rætta

  • 1. deild kvinnur
    • Vinnarar (23): 1997; 2000 til 2016; 2019, 2020, 2021, 2022, 2023[3]
  • Steypakappingin hjá kvinnum
    • Vinnarar (16): 2000, 2001, 2003, 2004, 2006, 2007, 2008, 2010, 2011, 2012, 2013, 2014, 2016, 2020, 2022[4]

Hópurin rætta

No. Pláss Leikari
16   Randi Wardum
1   Monika Biskopstø
2   Ve Ann Stauss
2   Mi Tove Sólheyg
3   Ál Sofía Purkhús
4   Mi Katrina Akursmørk
5   Ve Gunnrið Joensen
6   Mi Lovisa Østerø
7   Ve Ragna Patawary
7   Mi Maria Andreasen
8   Ál Malena Josephsen
9   Ál Rannvá B. Andreasen
10   Mi Maria K. Thomsen
No. Pláss Leikari
11   Ve Sigrun Sirdal
12   Mi Una Joensen
14   Mi Annika Ragna Petersen
14   Ve Adelheid Olsen
15   Mi Ása Klein Olsen
15   Mi Marjun Joensen
16   Mi Annika M. Arge
17   Ál Sigrid Jacobsen
18   Ve Paula Mikkelsen
18   Mi Elsa Maria Simonsen
20   Ál Bára Skaale Klakkstein

Keldur rætta

  1. Sportal.fo Archived 2013-02-22 at the Wayback Machine Eyðvør og Bára skrivaðu søgu
  2. "Sportal.fo". http://sportal.fo/grein/ki_er_foroyameistari1. Heintað 2013-10-13. 
  3. "KI wins 12th title in series" (in Faroese). ki.fo. 27 September 2011. http://www.ki.fo/1-deild-kvinnur-mainmenu-210/19-1-deild-kvinnur/920-kvinnur-ki-ab-2-1-1-0.html. Heintað 29 September 2011. 
  4. https://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=22069&pid=69

Slóðir rætta