IM John Rødgaard (føddur 4. mars 1955) er ein føroyskur telvari og fyrrverandi danskur fótbóltsleikari. Hann hevur fleiri ferðir umboða Føroyar á Talv-OL og øðrum altjóða talvkappingum. Hann er uppvaksin í Danmark, flutti til Føroya í 1976, búsettist á Tvøroyri, har hann spæli fótbólt við TB í fleiri ár. Seinastu árini hevur hann tó verið mest kendur sum telvari. Í august 2013 spældi hann sín talv-landsdyst nummar 200 fyri Føroyar, og tað er met innan talvlandsdystir hjá Føroyum. Hann umboðaði fyrstu ferð Føroyar í talvi á talvolympiaduni í Saloniki í 1984, har hann eitt nú leikti javnt ímóti fyrrverðandi heimsmeistaranum Boris Spasskij. 26. august 2013 varð hann heiðraður á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri, stutta tíð eftir at hann spældi sín landsdyst nummar 200 í talvi.[1]

Talv-OL 2016 í Baku rætta

Í 2016 luttók hann á Talvolympiaduni í Baku saman við Helga Dam Ziska, Jóan Hendrik Andresen og Sjúrður Thorsteinsson. Føroyar vunnu 3-1 á Suðursudan.[2] Føroyar fingu eitt stig í dystinum móti Bulgaria. Helgi Dam Ziska og John Rødgård telvaðu javnt á ávikavist 1.- og 2. borði, Helgi fekk remis ímóti Veselin Topalov, ið júst tá var nummar tíggju í heiminum og fyrrverandi heimsmeistari. John Rødgård fekk við svarta fólkinum eisini remis móti øðrum sterkum stórmeistara.[3] Føroyar vunnu 3½-½ á Jersey í triðja umfari á talvolympiaduni.[4]

Talv-OL 2012 í Istanbul rætta

John Rødgaard luttók á Talv-OL í Istanbul í september 2012 saman við IM Helga Dam Ziska, IM John Arna Nilssen, Jóan Hendrik Andreasen og Rógva Egilstoft Nielsen.[5]. Teir fingu besta úrslit higartil, um hugt veður eftir, hvussu nógv prosent teir vunnu, teir vunnu 56% av leikunum, sum teir telvaðu. Føroyar endaði sum nummar 68 av 157 londum. Áðrenn kappingina var Føroyar mett til at vera á einum 74. plássi. Føroyar fekk í alt 24½ stig av 44 møguligum. Teir vunnu fimm dystir, taptu fýra og telvaðu tveir javnt. Helgi Dam Ziska (1. borð) kláraði srg best við 6½ stigi, John Rødgård (3. borð) fekk 6 stig og Rógvi Egilstoft Nielsen (5. borð) fekk 4½ stig. John Arni og Jóan Hendrik fingu ávikavist 4 og 3½ stig. Armenia vann kappingina, Russland var nummar tvey og Ukraina var nummar trý. Føroyar var frammanfyri Finnland, sum endaði sum nummar 74.[6]

Keldur rætta

  1. Frederiksen, Leivur (19. august 2013). "Talv: John Rødgaard 200 landsdystir". Kringvarp Føroya. http://kvf.fo/Archive_Articles/2013/08/19/talv-john-rodgaard-200-landsdystir. Heintað 5. september 2016. 
  2. "Talv OL: Føroyar Vunnu fyrsta dystin". Portal.fo. 2. september 2016. http://portal.fo/talv+ol+foroyar+vunnu+fyrsta+dystin.html. Heintað 6. september 2016. 
  3. "Talv OL: Eitt stig móti Bulgaria". Portal.fo. 3. september 2016. http://portal.fo/talv+ol+eitt+stig+moti+bulgaria.html. Heintað 6. september 2016. 
  4. Láadal, Leif (5. september 2016). "Stórsigur á Jersey og so er tað Ísland í dag". Dimma.fo. http://www.dimma.fo/basic-content/talv-island/. Heintað 6. september 2016. [deyð leinkja]
  5. Úrslit frá Talv-OL 2012, Føroyar
  6. "Sportal.fo, Føroyar nummar 68". http://sportal.fo/grein/foroyar_nummar_68. Heintað 2013-05-23.