Johan Sundstein, eisini kendur sum BigDaddy (føddur 8. oktober 1993) er ein føroyskur serkønur e-sportspælari (telduspælari), búsitandi í Danmark.[1] Hann er heimskendur sum eitt nú "N0tail" ella Big Daddy. Lið hansara eitur "OG".[2] Hann er uttan iva mest kendur sum serkønur telduspælari, í strategi spælinum, Dota 2. Johan hevur vunnið nógvar kappingar við ymiskum liðum. Hann vann eitt nú Frankfurt Major, sum er ein kapping hildin hvørt ár í Frankfurt, við Team OG, liðið hann er liðskipari fyri.[3] Team OG dystaðist ímóti Team Secret, og vunnu teir heili 7 mió krónur (1,1 milliónir dollarar), og fingu 1,5 mió hvør í vinningi.[4]

Johan Sundstein

Johan er abbasonur fyrrverandi løgmann, Jógvan Sundstein.[5]

Keldur rætta