Jeriko (Hebráiskt: יְרִיחוֹ; arábiskt: أريحا‎) er ein fornfrøðiligur býur í Palestina. Nú á døgum búgva um 20.000 í Jeriko.

Tekjurnar vóru úr bjálkum, sum vóru taktir við hálmi og sevi og síðan var leirur lagdur omaná.

Søga rætta

Um 8.000-7.000 f.Kr. bygdu bøndur ein bý í Palestina - Jeriko. Fornfrøðingar hava funnið toftirnar av heimsins elstu býum í Ísrael. Tann elsti er kanska Jeriko bygdur um 6.000 f.Kr [1]. At verja seg fyri fíggindum laðaðu teir ein sterkan múr uttan um býin, hann var einar 4 m høgur og 3 m breiður [2], á múrinum var eitt varðhaldstorn, sum var 9 m í tvørmáli [3]. Húsini vórðu laðað av tigulsteini, og gólvini vóru steinsett. Veiðimenn, sum flakkaðu heldur enn at búgva í býi, býttu vørur sínar við fólkið í Jeriko fyri korn ella húsdjór, til dømis seyð. Neyt og geitir vóru eisini hildin fyri at fáa kjøt og mjólk. Miðallivialdurin var lágur. Mannfólkini livdu um 34 ár og konufólkini 29 ár í miðal.

Keldur rætta

  1. "Archive copy". http://middleeast.about.com/od/glossary/g/me090314.htm. Heintað 2011-06-11. 
  2. http://www.britannica.com/EBchecked/topic/302707/Jericho
  3. http://www.jpost.com/VideoArticles/Video/Article.aspx?id=208206
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið