Jarðarkona (frøðiheiti - Rallus aquaticus) er heldur minni en akurskritt. Omaná er hon morflekkut; í neðra blágrá frá nevinum aftur undir hálva vongbrigðuna. Aftanfyri har er hon rondut svørt og hvít, ella svørt og bleikreyð, og undir velinum bara bleikreyð. Nevið heldur langt og nakað bogið, yvirnevið dimt, undirnevið reydligt. Hon eigur víða hvar í Norðurevropa; um heystið fer hon suður til heitari lond. Í Íslandi verður hon tó allan veturin og leitar sær til tær heitu keldurnar. Hon dugir bæði at svimja og kava.

Jarðarkona

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: {{{hópur}}}
Ætt: Rallidae
Slekt: Rallus
Slag: R. aquaticus
Rallus aquaticus

Eisini í Føroyum er hon alt árið. Men lítið sæst til hennara; náttarfuglur er hon, og tá ið hon onkuntíð kemur út um dagin, dugir hon væl at fara hulisliga at. Lítið ella einki sæst hon flúgva; men óføra kvik er hon til fóts; kemur fólk dáttliga fram á hana, rennur hon burtur, so lágt eftir jørðini, at hon tykist lík rottu. Bilsin var eg tí, tá ið eg eina ferð um summarið sá eina í síðum bø standa uppreista sum lundi, og við upptoygdum hálsi til at skimast út yvir grasinum. Mest tær eru sæddar man vera í fjósum og kjallarum, har tær smúgva sær inn tær køldu næturnar og so verða fangaðar av fólki um morgunin — eitt prógv fyri, at tær halda seg nær húsum, tó at tær ikki síggjast. Flestar eru tær um heystið og veturin; kann vera at meginparturin kemur úr Íslandi, men ivaleyst eiga tær eisini í Føroyum, tó at einki hoyrist um, at reiður er funnið.

Sí eisini rætta

Keldur rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið