Ein jón (ion) er eitt atom ella eitt mýl við eini ravmagnsløðing. Tað finnast bæði negativt og positivt løddar jónir. Ein positiv jón verður nevnd ein kation og ein negativ verður nevnd ein anion. Løðingin kemst av, at atomið ella mýlið missir ella tekur elektronir. Kationir og anionir kunnu bindast saman við ionbindingum, og samansettu evnini verða nevnd sølt. T.d. er minsta eindin í vanligum køkssalti (natriumklorid, NaCl) ein positiv natriumjón (Na+) og ein negativ kloridjón (Cl-), og minsta eindin í kalsiumkloridi CaCl2 er ein kalsiumjon Ca2+ og tvær kloridjonir. Jónir, sum hava fleiri atom í sær, verða nevndar samansettar jónir.

  • Nakrar vanligar kationir:
    • Natriumjón: Na+
    • Blýggj(II)jón: Pb2+
    • Jarn(III)jón: Fe3+
  • Nakrar vanligar anionir:

Sí eisini rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið