Jóhan Hendrik Winther Poulsen

Jóhan Hendrik Winther Poulsen (føddur 20. juni 1934 í Sumba, deyður 19. desember 2022 í Tórshavn) var føroyskur málfrøðingur.[1]

Jóhan Hendrik Winther Poulsen er víða gitin sum professari í norðurlendskum og serliga føroyskum máli á Fróðskaparsetri Føroya. Hann var við til at savna tilfar til føroysku orðabókina, millum annað við at hava sendingina Orðabókina, har fólk kundu skriva inn orð, ið tey nýttu, til føroysku orðabókina, og er tí ofta róptur Orðabókin.

Familja hansara rætta

Sum lítil búði Jóhan Hendrik í Skopun saman við foreldrunum, Kristionnu (fødd Mikkelsen, av Tvøroyri) og Niels Winther Poulsen, og yngru brøðrunum Mortani og Halgiri. Hann giftist við Birnu Sjúrðardóttur Patursson í 1964 í Havnar Kirkju. Tey eiga børnini Hjørt, Hjørdis, Teit og Ingibjørg. Jóhan Hendrik og Birna búðu í Kirkjubø, har børn teirra eru vaksin upp. Tey búðu har síðani 1969. Birna and­aðist 87 ára gomul í 2020.[2]

Jóhan Hendrik súkklaði eisini nógv, onkuntíð hevur hann verið í Íslandi á súkklu og gjøgnum Ongland, Týskland, Frakland og Danmørk við soninum Teiti. Hann súkklaði til arbeiðis hvønn morgun á sínum heldur ungu døgum og svam nógv á sjónum.

Lestrar- og arbeiðstíð hansara rætta

Barnaárini gekk Jóhan Hendrik í skúla í Skopun. Seinni - í 1948 - fór hann til Havnar í skúla, og fekk studentsprógv í 1952. Síðani fór hann á lærda háskúlan í Keypmannahavn, har hann las latín og enskt, og fór síðan í staðin at lesa norrøna málfrøði. Hann tók mag.art. prógv í 1966. Hann las á lærda háskúlanum í Reykjavík í 1960-62, og eftir ta próvtøkuna arbeiddi hann í Keypmannahavn á Árnasavninum við tí norrønu orðabókini. Í 1967-68 fluttu hann og Birna til Illinois í USA við børnunum, Hjørdis og Teiti, har hann arbeiddi sum lærari í fornnorrønum og norðurlendskum málum á lærdum háskúla í Illinois. Frá 1968 arbeiddi hann leysløntur á Føroyamálsdeildini, til hann í 1972 varð settur í starv sum deildarstjóri á Føroyamálsdeildini og seinni bleiv lektari. Tað var í 1986, at Jóhan Hendrik varð tilnevndur professari í norðurlendskum, serliga føroyskum máli á Fróðskaparsetri Føroyra, av Atla Dam, løgmanni. 1. september 1997 loysti hann seg við umsókn úr starvi við eftirløn.

Bøkur rætta

Í 1969 fór Jóhan Hendrik undir eina útvarpssending, nevnd Orðabókin. Tað var fyri at samla inn orð, ið lítið var vitað um. Henda útvarpssending var væl umtókt, og nógv sendu inn orð við postinum. Tað mesta av hesum tilfari kom við í føroyska orðabók, ið hann var aðalstjóri á. Hon kom út 24. juli í 1998. Eisini hjálpti hann Christiani Matras við útgávuni av føroyskari-danskari orðabók, ið kom út í 1961 í 2. útgávu.

Bókin Mál í mæti er eitt greinasavn eftir sjálvan Jóhan Hendrik. Hon varð givin út í sambandi við 70 ára føðingardag hansara, 20. juni 2004. Soleiðis varð sagt um heitið á bókini: “Mál í mæti er valt sum heiti á hesi bók við tí í huga, at Jóhan Hendrik nýtir og viðger móðurmálið við virðing og sóma – bæði í talu og skrift – hann gongur á odda og stimbrar onnur at fjálga um tað, tí hjartamál hansara er av sonnum málið.” Ritstjórar á bókini vóru Anfinnur Johansen og Hans Joensen.

Bókin Orðabókin er ein bók við brotum úr útvarpssendingini, ið eisini var nevnd Orðabókin. Hon kom út 20. juni 2009 í samband við 75 ára føðingardag hansara.

Mest kendu nýyrði, hann er komin við rætta

Ávísingar úteftir rætta

Keldutilfar rætta

  • Jóhan Hendrik Winther Poulsen, samrøða við Bergtóru Jensdóttur
  • "Mál í Mæti" og
  • "Orðabókin"